Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

B36 vildi ikki útseta dystin móti KÍ

Jóhann Lützen

Norðlýsið skilir, at KÍ hevði ynski um at útseta heimadystin móti B36 sunnudagin 2. august orsakað av Evropa pliktum, men hetta noktaði B36 fyri.

KÍ tapti móti Kauno Zalgiris í Litava tann 29. juli og detta tískil niður í Evropa League, har KÍ spælir fyrra dystin á útivølli í Póllandi móti Lech Poznan hósdagin 6. august.

KÍ hevði ætlanir um ikki at koma heim, men heldur fara beinleiðis úr Litava til Pólland at fyrireika seg til stóru uppgávuna hósdagin 6. august móti Lech Poznan. Eitt gott úrslit kann geva KÍ og føroyskum fótbólti nógv.

Fyri at hetta kundi lata seg gera, mátti dysturin nú sunndagin 2. august í Klaksvík móti B36 útsetast. Norðlýsið skilir at KÍ hevur sett seg í samband við B36, men tað varð noktað at útseta dystin.

Tískil verður dystur nú sunnudagin kl 15.00 í Klaksvík í meistaradeildini millum KÍ og B36.