Summar Festivalurin bjóðar næstan 40 framførslur á fýra pallum í tríggjar dagar
Landsins størsta tónleikatiltak nærkast í hvørjum. Ólavsøka er farin aftur um, og nú er Summar Festivalurin næsta stóra tiltakið í Føroyum.
Í døgunum frá 6. til 8. august verður festivalurin í Klaksvík hildin, og skráin fyri festivalin er kunngjørd. Hon sæst á heimasíðuni sf.fo.
Útlendsk høvuðsnøvn á Summar Festivalinum í ár eru Rasmus Seebach, Andreas Odbjerg og ItaloBrothers. Millum kendu føroysku nøvnini eru Hamradun, Annika Hoydal, Dynamit, Lena Anderssen og Faroe5.
Summar Festivalurin varð hildin fyrstu ferð í 2004, og eftir fáum árum menti tiltakið seg til at vera størsta tónleikatiltak í Føroyum. Festivalurin hevur verið hildin á hvørjum ári síðani – undantikið koronuárini, tá ið tveir festivalar vórðu avlýstir. Í ár er tað tí tann 21. Summar Festivalurin, sum stendur á skránni.
Ígjøgnum árini hevur Summar Festivalurin hýst nakrar av størstu konsertum í Føroyum – bæði tá ið tað kemur til áhoyratal, bólkar á palli og tekniska útgerð. Nøvn sum eitt nú Roxette, Westlife, Zara Larsson, Europe, The Scorpions, Cliff Richard, Mika, Twisted Sister, Olly Murs, Alan Walker, Melanie C, Suzi Quatro hava spælt á Vágsbø.
Føroyskir tónleikarar hava á hvørjum ári spælt ein stóran leiklut, og føroyskir bólkar hava staðið fyri nógvum minniligum konsertum.
Í ár verða konsertir og framførslur á fýra ymiskum pallum. Tær størstu konsertirnar vera sum vant á Vágsbø, aðrar verða í Tjaldinum og á Torginum. Haraftrat verða eisini undirhald og framførslur á pallinum í Silvalandi, sum er fyri familjurnar.
Samanlagt vera úti við 40 konsertir og framførslur á Summar Festivalinum 2026.
Á midnátt mánakvøldið 3. august hækkar prísurin á atgongumerkjum.
