Tað er kalt á toppinum, tað mugu vit bara sanna – her hava vit bara egnan mátt og megi at líta á – men tað er júst í slíkum støðum, at vit skulu vísa enn einaferð, hvat kongablái búnin stendur fyri.
Minnist til, at KÍ er eitt vinnarafelag. Tað staðfestir søgan so dyggiliga.
Gloymið ikki, at tit umboða okkum her í einum lokalsamfelag, sum altíð bara hevur havt egna megi og vilja at líta á.
Tít eru fremsta flaggskip okkara og ímyndin av bardaga okkara fyri at mennast og skapa framburð.
Tit savna okkum og geva okkum ein sigrandi samleika.
Tykkara avrik og sigrar geva okkum ikki bara fantastiskar løtur, men eisini áræði og trúgv uppá framtíðina sum býur og lokalsamfelag.
“Liðið, tað eitur KÍ – KÍ tað eru vit” fevnir bæði um nógv fólk, tí einki føroyskt felag hevur so nógv viðhaldsfólk sum KÍ. Men hann røkkur eisini nógvar hundrað fjórðingar út um landoddarnar, tí bæði nær og fjar fylgja vit tykkum og stuðla tykkum.
Vit eru ómetaliga stolt og errin av tykkum.
Komandi dystir verða allir sum finalur, har tað meir enn nakrantíð verður tørvur á samanhaldi og lógvatøkum frá øllum pørtum, bæði á og kring vøllin.
Og tað ber til! Tað hevur eingin prógvað meir enn júst tit!
Finnið kreftirnar framaftur KÍ! Vit standa saman við tykkum!
KOYR Á KÍ !!








