Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SF: Prísurin hækkar mánakvøldið

Jóhann Lützen

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og bjóðar útivið 40 konsertir á fýra pallum í tríggjar dagar

Hósdagin byrjar 21. Summar Festivalurin, og roknað verður við nógvum fólki á festivali í Klaksvík.

Forsølan hevur verið sera góð, og nú er avmarkað við plássi eftir á festivaløkinum.

Útlendsk høvuðsnøvn á Summar Festivalinum í ár eru Rasmus Seebach, Andreas Odbjerg og ItaloBrothers. Millum mongu føroysku nøvnini eru Hamradun, Faroe5, Dynamit, Lena Anderssen, Grandma’s Basement, Swangah, Annika Hoydal og Aggrasoppar. 

Á midnátt mánakvøldið hækkar prísurin á vikuskiftispassum.