Leygardagin 24. oktober 2026 skipar Norðoya Seyðahundafelag fyri árligu seyðahundakappingini á Viðareiði. Dómari verður tann kendi írski venjarin og dómarin Paddy Fanning, sum eisini fer at halda tvey skeið fyri føroyskum seyðahundaeigarum.
Paddy Fanning hevur drúgvar altjóða royndir við at venja, kappast og døma seyðahundar. Vitjanin verður eitt kærkomið høvi at lyfta støðið á føroysku seyðahundunum. Meira fæst at vita um Paddy og virksemi hansara á youtube síðuni hjá honum: www.youtube.com/@ChurchmountSheepdogs
Afturat sjálvari kappingini leygardagin 24. oktober á Viðareiði, fer Paddy eisini at halda tvey fáklig skeið. Meira um hetta seinni, á Facebook síðuni hjá Norðoya seyðahundafelag.
Nærri upplýsingar:
Tiltak: Seyðahundakapping og skeið við Paddy Fanning
Dagfesting: Leygardagin 24. oktober 2026 á Viðareiði
Samskifti: Brandur K. í Kongsstovu
tlf. 756766
T – post: nordoyaseydahundafelag@gmail.com
