Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvir húsvognar á Summar Festival

Jóhann Lützen

Næstan 200 húsvognar fáa pláss á Summar Festivalinum

Stórur áhugi er fyri at fáa pláss til húsvognar á Summar Festivalinum.

Húsvognar vera á fimm ymiskum plássum kring festivaløkið, og samanlagt eru útivið 200 pláss tøk til húsvognar.

Tey flestu plássini eru longu umbiðin, og húsvognar í stórum tali eru longu komnir á økini.

Enn eru nøkur fá pláss til húsvognar tøk í Klaksvíksgarðinum.

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygarkvøldið.