Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

B71 spælt ímóti eykaliðnum hjá Lech Poznań

Jóan Pauli Jacobsen

Í 1986 flutti B71 upp úr triðbestu deildini og árið eftir settu teir ein pólskan venjara. Við Jan Kaczyński á odda byrjaði B71 eina ævintýrkenda framgongd á fótbóltsøkinum. Jan Kaczyński (føddur í 1955) er upprunaliga úr Poznań í Póllandi og tey sambondini brúkti hann til at flyta fótbóltsspælið á Sandoynni, men eisini fótbóltsspælið yvirhøvur í Føroyum fram á leið.

B71 brúkti eitt ár at venja seg við støðið í næstbestu deildini og fluttu síðani upp í bestu deildina í 1988. Eftir at uppflytingin úr 2. deild var tryggjað í 1988, fór felagið aftur til Póllands á vári í 1989 fyri at hita upp til sítt fyrsta kappingarár í bestu deildini. Hetta var eisini várið, tá ið spælskiparin Piotr Krakowski og málmansleyvan Wiesław Zakrzewski komu við liðnum aftur til Føroya og løgdu grundina undir tað ótrúliga, ósigraða meistaraheitið sama ár. Báðir høvdu frammanundan leikt við Lech Poznań  í fremstu pólsku deildini. Zakrzewski sum eykamálmaður árini 1972-77 og Krakowski 1976-80.

Frammanundan hevði liðið eina góða blanding av eldri leikarum sum Jóan Petur Clementsen, Róin Clementsen og Karl Vidtfeldt, meðan ungir spírar sum Torbjørn Jensen, Páll á Reynatúgvu, Ib Mohr Olsen og Eli Hentze eisini høvdu hug at blanda seg uppí.

Henda blandingin av ungum og eldri sandoyingum, har teir fingu styrk av pólskum stjørnuleikarum tók allar fótbóltsføroyar á bóli, tí liðið fór sendandi gjøgnum alla kappingina uttan at tapa ein einasta dyst. Liðið vann 13 av 18 landskappingardystum, meðan hinir fimm dystirnir endaðu við javnleiki. B71 endaði heili 9 stig framman fyri nærmastu kappingarneytarnar úr HB og B68, hóast bert 2 stig vórðu givin fyri vunnan dyst. Ein skakandi, men samstundis eisini ein forvitnislig fótbóltshending!

Í 1990 endaði B71 fyri triðju ferð á venjingarlegu í Póllandi. Venjingarlegan vardi í 14 dagar og millum mótstøðuliðini var eykaliðið hjá Lech Poznań.  At ferðast úr Føroyum til Póllands í 1990 var ikki bara ein flogferð upp á nakrar tímar sum í dag. Tað kravdi ferðing við bátum, bilum og bussum. Við markið til Póllands vóru snotiligar tollgongdir, har hermenn við vápnum sýndu strangt eftirlit. Hetta skapti eina ávísa ræðslu, men var eisini spennandi hjá teimum ungu sandoyingunum.

Heystið 1989 og várið 1990 var júst tíðin, tá Jarntjaldið fall, og Pólland var í gongd við eitt risastórt politiskt skifti. Føroysku fótbóltsleikararnir upplivdu eitt land, har tað framvegis bar brá av tí gamla kommunistiska stýrinum. Tá teir vitjaðu handlarnar í Poznań, vóru hillarnar mangan nærum tómar, ella var úrvalið púra øðrvísi enn heima í Føroyum. Teir høvdu tó vesturlendskar peningar (krónur og dollarar) við, sum gjørdu teir rættiliga ríkar í pólskum virði tá.

Í Føroyum var fótbóltur púra áhuga- og frítíðarvirksemi, har spælarar fóru til arbeiðis um dagin. Í Póllandi vandi liðið tvær ferðir um dagin á stórum, grønum grasvøllum og búði sum greivar á gistingarhúsi.

Tann 12. apríl 1990 spældi B71 ímóti eykaliðnum hjá Lech Poznań, sum var mannað við ungum, evnaríkum leikarum. Liðini leiktu ein málríkan dyst, sum endaði við einum 3-3 javnleiki og tað má metast sum eitt framúr gott úrslit, tí besta liðið hjá Lech Poznań endaði sum meistari í 1989-90.

Til stuttleika kann nevnast, at sonur Wiesław, Zbigniew Zakrzewski (føddur í 1981), fór fótbóltsleiðina sum faðirin. Hóast hann bleiv føddur í Poznań (í 1981), búði hann partvíst í Føroyum sum barn, tá pápi hansara spældi á Sandoynni og í Havn. Eftir nakrar styttri steðgir í øðrum pólskum feløgum breyt „Zaki“ veruliga ígjøgnum, tá hann skifti heim aftur til Lech Poznań í 2003. Hann gjørdist ein sera kendur áleypari og skoraði nógv mál fyri júst Lech Poznań í 2000-árunum. Í 2004 var hann við til at vinna pólsku steypafinaluna og tilsamans spældi hann 124 almennar dystir fyri felagið, har hann skoraði 36 mál og legði upp til 15 mál. Hansara besta kappingarár var í 2006/07, tá hann skoraði 10 mál í pólsku Ekstraklasa.

Í dag starvast hann í ítróttarligu leiðsluni á fótbóltsskúlanum hjá Lech Poznań. Hann hevur serligt ábyrgdarøki innan Talent Management, har hann hjálpir ungum, evnaríkum leikarum at taka stigið upp á besta liðið – júst sum hann sjálvur og pápi hansara gjørdu í síni tíð.