Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stórt nýtt føroyskt met

Jóhann Lützen

So hava teir svomið 4×200 frí og tíðin varð 7.38.51, sum er stórt, nýtt føroyskt met. 🇫🇴

Gamla metið var 7.56.18, so talan er um stóra betring. Tað er sjaldan, at landsliðið svimur hesa grein, tí at tað er óvanligt, at 4 menn verða úttiknir til EM og HM.

Nú ruku 17.5 sek av, og halda hesir á, so kann støðið hækka munandi.

Tíðirnar vóru:

Isak:​1,52,69

Heini:​1.55.79

Silas:​1.58.55

Líggjas​1.51.48

Samanlagt:​7.38.51

Heini hevði sína bestu tíð (við flúgvandi starti) og hinir vóru nakað frá.

Flott, dreingir.

Hjartaliga til lukku við metinum.🇫🇴

Í morgin skulu Líggjas og Heini svimja 800 frí – spennandi!