Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Spyr um føroysktkrøv til útlendingar

Jóhann Lützen

Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmaður, spyr nú landsstýrismannin í mentamálum, Bárð á Lakjuni, um føroyskt sum annaðmál og møgulig málkrøv til útlendingar.

Hann vil millum annað vita, um ætlanin er at krevja, at útlendingar skulu standa eina føroyska roynd fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi.

Eisini spyr hann, hvussu nógv fáa undirvísing í føroyskum, hvussu nógv taka av tilboðnum, og um nóg nógvir lærarar eru tøkir.

Hann vísir á, at góð integratión krevur, at útlendingar fáa veruligar møguleikar at læra føroyskt.

Les spurningin her.