Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lech Poznan-hópurin kemur til Føroyar í dag

Jákup Ósá

Málskjúttin frá fyrra dystinum verður ikki við sambært pólskum miðlum.

Lech Poznan-hópurin hevur valt at hava sína venjing og tíðindafund í Póllandi í dag áðrenn flogið verður til Føroyar. Teir hava sostatt onga venjing á graslíki áðrenn. Pólski miðilin sportowy-poznan skrivar, at tveir leikarar úr Afrika ikki verða við, tí teir ikki hava neyðugu loyvini at ferðast til eitt slíkt land. Talan er um innskifta málskjúttan móti KÍ, Yannick Agnero úr Fílabeinsstrondini, og miðverjan Yegbe Terry úr Ghana, sum spældi allan dystin móti KÍ.

Lech Poznan spældi sunnudagin í landskappingini og vann 3-0. Pólsku meistararnir eru oddalið eftir trý umfør við sjey stigum.

KÍ-Lech Poznan verður á Tórsvølli hóskvøldið kl. 18.30.