Klaksvík
15°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lech Poznan-hópurin sleppur ikki til Føroyar í dag

Jákup Ósá

Øll flogfør hava avlýst restina av degnum vegna mjørka, og tí kemur Lech Poznan-hópurin ikki til Føroyar í dag.

Pólskir miðlar skriva, at hópurin hevur verið á flogvøllinum, men at flogfarið ikki fór úr Poznan. Nú nevna teir møguleikan fyri, at dysturin verður útsettur til fríggjadagin. Teir skriva eisini, at áleið 100 pólskir fjepparar væntast í Føroyum og at summir av hesum hava verið við flogførum, sum ikki hava fingið lent í dag.

Nakað líknandi hendi við NSÍ fyrr í summar. Har var mannagongdin, at mótstøðuliðið fekk lent á dystardegnum og so var spælt um kvøldið. Tí er mest sannlíkt, at lendur Lech Poznan-hópurin í morgin, so verður spælt eftir ætlan. Lendur hópurin ikki hósdagin, so er sannlíkt, at dysturin verður útsettur og sum skilst er heimmild í øllum førum fyri at útseta dystin eitt døgn.

KÍ-Lech Poznan spæla á Tórsvølli hóskvøldið kl. 18.30.