Klaksvík
15°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tiltakið flutt norðureftir

Hanus Kjølbro

Nú eru slakir tveir tímar, til mánin fer at leggja seg fyri sólina. Vit á Veðurstovuni hava lýst við einum tiltaki, har vit kunnu síggja ta partvísu sólarmyrkingina saman.

Í Klaksvík ætlaðu vit niðan á Háls at hyggja, tí har er einki fjall fyri. Tað er rætt, men har svart í mjørka, og tað sæst illa bara at koyra við bili niðan.

Tí fara vit heldur til Viðareiðis at hyggja. Tit kunnu samanbera myndirnar sjálvi. Báðar tiknar fyri løtu síðan.

Einki er vist her í verð, serliga tá ið tað hevur við veðrið at gera. Skýloftið kann broytast báðar vegir, men sannlíkindi er ið hvussu so er betri, at okkurt sæst á Viðareiði heldur enn í Klaksvík.

Vit standa heimi á Bakka – t.e. nær við kirkjuna – eitt sindur áðrenn klokkan 18.Havi keypt nakrar brillur, sum tit kunnu læna. Eisini nakrar kannur við kaffi og okkurt søtt.

Soleiðis sá út uppi á Hálsi fyri lítilari løtu síðan. Her sæst als einki, og einki er at fara niðan har til. Tí fari vit til Viðareiðis í staðin fyri. Eingin vissa er, at skýloftið ikki fer at vera frægari næstu 2 tímarnar, men sannlíkindini eru ikki góð. Mynd: undirritaði.