Stórar vinningar fyri besta smakk, teknikk og kreativitet
Stóra køkukappingin á Føroya Sjómannadegi er vorðin ein fastur táttur á skránni, og leygardagin 22. august verður aftur kappast um Føroya bestu køkur.
Kappast verður í trimum flokkum: besti smakkur, besti teknikkur og besti kreativitetur. Dómarar eru umboð frá Kondittarí Marietta, Ranvá Adelheid Knudsen og Heðin Arge.
Størsti vinningurin er fyri besta smakkin – ein Samsung Galaxy S26 256GB, virði 8.299 kr., frá Føroya Tele. Vinnarin av besta teknikki fær gávukort á 3.000 kr. frá Bónus, meðan vinnarin av besta kreativiteti fær gávukort á 3.000 kr. frá FK. Allir tríggir vinnararnir fáa eisini eina posa við Callebaut-sjokolátu.
Kappingin er fyri amatørar, og hvør luttakari kann lata eina køku inn. Øll, sum luttaka, fáa eitt gávukort á 300 kr.
Køkurnar skulu latast inn í kantinuni hjá Antinis, við inngongd frá Norðborg, millum klokkan 11 og 12 leygardagin 22. august. Ein stutt frágreiðing um køkuna, tilfar og tema skal fylgja við. Úrslitið verður kunngjørt umleið klokkan 15 á Stóra Palli, og síðani verður høvi hjá fólki at síggja og smakka køkurnar.
