Tað fer at vera eitt sindur køli næstu dagarnar. Hann hevur ligið høgt í vikuskiftinum, og tað fer eisini at gera næstan alla vikuna. Mesti vindurin týsdagin og mikudagin – upp í strúk í vindi, 13 m/s.
Ikki nógv avfall. Eitt brúgvalag við regni fer at nærkast okkum sunnaneftir týsdagin, men tað fer helst bert at røkka teim sunnastu oyggjunum. Av øðrum avfalli er bert ælaveður av óstøðugari luft. Hesa árstíðina er hon vanliga ikki so óstøðug, so tað fer at vera okkurt ælið í støðum, sum vit plaga at siga.
Tað sæst á hitamátarunum, at tað er høgætt. Hitin fer niður í 6-7 um náttina, og bert upp í 10-11 stig um dagin.
Veðrið fram til næsta vikuskifti:
Mánadagin:
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Allan dagin hálvskýggjað og yvirhøvur turt, men tó okkurt ælið í støðum. Hitin 7 til 11 stig.
Týsdagin:
Frískan vind upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og í støðum regn, mest sunnanfyri. Hitin 8 til 12 stig.
Mikudagin:
Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.
Hósdagin:
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, minkandi út á dagin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Tað fer at vera hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig.
Fríggjadagin:
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 8 til 10 stig.
