Mánakvøldið 24. august klokkan 19 verður kunnandi fundur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni um konfirmatiónirnar næsta ár. Fundurin er fyri konfirmantar og foreldur/verjar hjá teimum, ið skulu konfirmerast í 2027 í Norðoya vestara prestagjaldi.
Konfirmatiónirnar verða pálmasunnudag (21. mars) og dýra biðidag (23. apríl).
Neyðugt er at hava dóps- ella navnabræv við.
Prestarnir Marjun Lómaklett og Øssur Kjølbro siga seg gleða seg til at síggja konfirmantarnar!
