NS skattaveiða
Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ aftur á Djúpumýru í altjóða fótbólti

Jákup Ósá

Eftir ein miseydnaðan dyst á nógvum økjum móti Lech Poznan á Tórsvølli er KÍ nú aftur á Djúpumýru og spælir fyri seinastu ferð í Klaksvík í altjóða kapping í ár.

KÍ møtir Riga FC úr Lettlandi. Hetta er triðju ferð, at KÍ møtir einum felag úr Riga. Í 1992 var mótstøðuliðið Skonto Riga, í 2021 RFS og í ár Riga FC. Í 1992 og 2021 vóru liðini úr Riga sterkari og fóru víðari.

Styrkin á mótstøðuliðnum er torfør at meta um, men á pappírinum er hon nakað veikari enn Lech Poznan úr Póllandi. Riga FC er stórfavorittur at fara víðari, men KÍ skal til at finna tað fram aftur sum ofta fyrr hevur riggað, tí so eigur KÍ at kunna bjóða einum slíkum liði av, í øllum førum á heimavølli. Men til tað krevst at finna aftur til uppskriftina, tí móti Lech Poznan sá mann eisini, at á slíkum stigi er einki at gera, um liðið ikki rakar ein heilt góðan dag í avrikinum.

Dysturin á Djúpumýru byrjar kl. 18.30. Atgongumerki fáast til keyps á atgongumerki.fo.

NS skattaveiða