NS skattaveiða
Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Uni Debess á Biskupstøðgarði á Sjómannadegnum

Jóhann Lützen

22. august kl. 20 spælir Uni Debess forkunnuga konsert á testovuni hjá Marin Malenu á Biskupstøðgarði. 

Uni Debess, eisini nevndur Mr. Blues, er ein av virknastu tónleikarum í Føroyum. Hann hevur verið virkin síðani 2002 og hevur útgivið 13 heildarútgávur, har av kenna vit hittini so sum, “Life is a picture, The Well, Sugar Mama og I’m Gone fyri at nevna nøkur.

Í 2005 vann Uni Debess saman við GoGo Blues Prix Føroyar og sama ár var bólkurin tilnevndur ársins tónleikabólkur.

Uni Debess er ein sera virkin tónleikari her heima og uttanlands. Hann hevur t.d. framført á festivalum og á konsertstøðum í hesum londum: Kanada, Onglandi, Skotlandi, Írlandi, Spania, Grønlandi, Danmark, Noregi og Svøríki.

Talan er um stovukonsert har sitið verður við borð. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman. Lítli køkurin hevur opið við brellbitum og Fjósið hevur opið við góðum víni, øli o.ø. 

Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar kl. 20.

Einans 30 atgongumerki eru til sølu og tey kunnu keypast á https://bsg.fo/events.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

NS skattaveiða