Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norð Festivalurin 2026 nærkast

Jóhann Lützen

Leygardagin 29. august verður aftur festivalstemningur á Viðareiði, tá Norð Festivalurin 2026 fer av bakkastokki. Øll nøvnini eru nú klár, atgongumerkjasølan gongur strúkandi, og øll campingplássini eru longu útseld.

Størsta navnið í ár er danski rockbólkurin D-A-D, og annars verður talan um eina fjølbroytta skrá við nógvum kendum føroyskum nøvnum.

Á skránni eru D-A-D, Hallur Joensen v/bólki, Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen & Kim Hansen, Herborg Torkilsdóttir, Finnur Koba & Páll Oddur Rubeksen, Rani Nolsøe, Marner av Lofti & Fríði Sigmundsson, Blátt Gras, Sámal Ravnsfjall, Bjarki Hansen, Rox v/Signar í Homrum, Trøllapætur & Omman, DJ Skottar og DJ Cool.

Festivalurin byrjar longu fríggjakvøldið 28. august við einari hugnaligari løtu á Hotel Norð, og leygardagin verður nógv á skránni frá morgni til langt út á náttina.

Dagurin byrjar við ókeypis morgunmati frá Kjølbro. Eisini verður stórt barnaland, vitjan av Silvi, fletting og góður matur frá Hotel Norð og Grill Team.

Føroya Tele bussurin koyrir ókeypis úr Klaksvík til Viðareiðis hvønn hálvan tíma allan dagin og náttina, og náttarbussur koyrir beinleiðis til Tórshavnar um 04-tíðina.

Atgongumerki:
https://nordfest.atgongumerki.fo/webshop/event/3534274/order/info

Vit síggjast á Viðareiði 29. august!