Skip og bátar leggja at Kósabrúnni, taka fólk umborð, og so verður kríggjast millum bátarnar á Vágni. Sløkkilið og bjargingarfeløg luttaka. Kríggið endar, tá sjóverjuskipið blæsur tríggjar ferðir við skipslúðrinum.
Á vestursíðuni, framman fyri Northern Fish Cold Storage, er stórt vatnkríggj á landi fyri tey, sum ikki vilja umborð. Sjórænarar vitja. Øll, sum luttaka, kunnu rokna við at gerast dýggjvát — ver í heitum klæðum. Tað er ikki loyvt at kasta vatnballónir á sjógv.
Minnist til at lata tykkum í bjargingarvestar!
