Fyrra hálvár 2026 var úrslitið eftir skatt 17,9 mió. kr. sammett við 16,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Góða búskapargongdin sæst aftur í fíggjarstøðuni hjá kundunum og tað hevur við sær, at áður gjørdar niðurskrivingar eru afturførdar. Harumframt eru avskrivingar av bygningum á lægri støði í mun til árið frammanundan.
Nevnd og leiðsla eru nøgd við gongdina í fyrra hálvári 2026.
Virksemi
Virksemi sparikassans er støðugt vaksandi.
Útlánsvøksturin fyrra hálvár var 71 mió. kr., ið svarar til 3,0 %. Útlánini vóru tilsamans 2.420 mió. kr.
Innlánini øktust við 122 mió. kr. upp í tilsamans 3.104 mió. kr. Hetta er ein vøkstur á 4,1 %.
Grundrakstur
Tá sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin ein grundrakstur á 18,7 mió. kr. samanborið við 18,2 mió. kr. árið fyri.
Rentustøðið hevur verið støðugt í størsta parti av fyrra hálvári, men á lægri støði í mun til sama tíðarskeið árið frammanundan. Hetta sæst aftur í minni rentuinntøkum. Tó eru ikki framdar eins stórar íløgur í høvuðsbygningin í fyrra hálvári 2026, og er tað við til at betra um grundraksturin.
Kapitalur og gjaldføri
Sparikassin hevur dyggan kapital og gott gjaldføri.
Kjarnukapitalurin fyrra hálvár var 33,4 % sammett við 28,5 % árið fyri. Lyklatalið fyri gjaldførið var 502 % í mun til lógarkravda minsta kravið á 100 %.