Øll eru vælkomin umborð á tvíkiljuna Cooke Challenger á sjómannadegnum. Hon fer at liggja beint undir NFCS, sigur Tummas Lervig leiðari hjá KJ í Klaksvík við Norðlýsið.
Tvíkiljan er nýbygningur nr. 67 hjá KJ. Hon er 18 metur long og 9 metur breið.
Vit bjóða okkurt leskiligt til øll sum koma umborð, sigur Tummas.
Aftaná sjómannadagin, tá øll loyvir fyriliggja, verður tvíkiljan sigld til Skotlands til keyparan, sigur Tummas við Norðlýsið at enda.

