Veðrið um vikuskiftið
Soleiðis fer veðrið at vera í morging eisini. Sunnudagin fer hátrýstið eystureftir, og tá fáa vit meira grátt loft og okkurt ælið.
Hann hevur ligið høgt í nakrar dagar, og tað sæst væl á hitalagnum. Í gjár vóru 5-6 stig við vøllin í Klaksvík, tá ið dystur var. Tá ið hann er komin niður í útsynning í nátt, fer lýggjari luft at reka ímóti okkum, og hitalagið fer nøkur stig uppeftir.
Men taka vit veðrið hetta vikuskiftið, so er í dag er upp í frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Í kvøld gongur hann niður í vestan og minkar sum frá líður niður í eitt lítið, minni enn 5 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 12 stig.
Í morgin er eitt frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað við sólglottum og kanska okkurt ælið. Hitin 10 til 15 stig.
Sunnudagin upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Regn um náttina. Hitin 9 til 14 stig.
Gott vikuskifti.
