SDstuðlar
Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógv børn fiskaðu á Kósabrúnni

Jóhann Lützen. Mynd Elias Lützen

Fiskikapping var á Kósabrúnni í dag. Børnini fingu ein posa við agni og pappíri at skráseta seg við. Býtt varð í børn í og undir skúlaaldri. Byrjað varð stundisliga kl. 17 og síðani varð fiskað í ein tíma.

Vinnararnir verða kunngjørdir á stóra pallinum í morgin. Umboð fyri Føroya Sjómannadag letur heiðursmerki til vinnararnar av fiskikappingini. Størsti fiskur verður kosin.

  • Medalju, Sirkus Baldoni atgongumerki og góðgætisposa til nr. 1, 2 og 3 í teimum fýra bólkunum.
  • Størsti fiskur: Steyp og sleingitráða frá Berglon

Eydna í Homrum, lívfrøðingur á Havstovuni gekk á bryggjuni og fylgdi við. Hon fer í morgin at vísa, hvussu fiskar verða kannaðir, tað ger hon í teltinum á økinum