Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Meiningsleyst at hava bæði kvotur og fiskidagar samstundis, men…

Jóhann Lützen

Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, sum luttók í orðaskifti við blaðstjóran á Norðlýsinum til Fiskivinnutingið á Sjómannadøgunum á Hotel KG í Klaksvík. Partar av vinnuni ynskja, at lagt verður um til kvotur; aðrir partar, at hildið verður fast í fiskidøgum, og tí loddaði Norðlýsið dýpið fyri, um til bar at gera eitt kompromis.

Men ongar ætlanir eru um tað, og fiskimálaráðharrin segði orðarætt: – ”Hvissi tú begynnir uppá tað – at blanda tað saman og sigur okey, at nú skal ein partur undir Føroyum verða stýrdur eftir døgum og [ein annar eftir] kvotum, so dugi eg ikki at síggja nakra meining í tí. Eg haldi at man skal velja aðra skipanina. Antin brúkar tú hattar ella [brúkar tú] hattar, men lat okkum síggja.”   

Harvið gloppaði fiskimálaráðharrin dyrnum eitt sindur seinast í setninginum, tí hann sigur, at onkur broyting kemur í heyst, men at tað verður ikki nøkur kvotuskipan, sum tá kemur. Hann er tó opin fyri at taka dialogin upp, hóast hann tykist avvísandi yvirfyri eini blandingsskipan.

Ein stórur partur av orðaskiftinum á Fiskivinnutinginum snúði seg um fyrimunir og vansar við eini kvotuskipan í mun til galdandi fiskidagaskipan, har síðstnevnda skipanin hevur ein trupulleika við, at ongir dagar eru eftir, og at Landsstýrið tí metir tað neyðugt at tilluta útróðrarflotanum í bólki 5B, sum fiskimálaráðharrin metir hevur, og skal hava, eina serstøðu, 750 fiskidagar afturat í heyst. Har hava aðrir partar av fiskivinnuni ført fram, at tað fer at kosta teimum MSC-góðkenningina og harvið stórar marknaðir uttanlands.

Hanus Hansen, reiðari, sum eisini luttók á Fiskivinnutinginum, førdi fram, at tað er lættari at effektivisera við eini kvotuskipan og fiska við tveimum trolum. Hann hevur í fleiri ár søkt um royndarloyvi at veiða upsa við 2 trolum, men tað hevur ikki eydnast, og nú – undir fiskidagaskipanini – verða 5 skip riggað til 2 trol, og ivaðist í, um tað fór at telja sum 2 dagar.

Landsstýrismaðurin svaraði, at tað var rætt, sum reiðarin segði, at tað er ikki heimild at fiska við 2 trolum nú, men at hann helt tað vera rætt, um man fór at kunna tað. Hetta nettupp tí, at tað bleiv effektivari og meira optimalt av tí, og tað er tí altíð ynskiligt. Hann visti tó ikki at svara, hvussu tað fór at telja – dupult so gott, hálva aðru ferðir so gott fiskarí ella hvat tað skuldi vera. Hanus Hansen segði, at um fiskidagarnir tá fóru at telja dupult, so fóru dagar at mangla í, og tað viðførir so aftur, at effektivu skipini fara at fiska onnur sløg.

Fiskimálaráðharrin hevði hug at spæla bóltin aftur til reiðaran og segði, at um fiskivinnan kemur við góðum argumentum, og argumenterar væl og leingi, so fer politiska skipanin at lurta. Hann grundgav við, at fiskivinnan (ella partar av henni) hava argumenterað við, at fiskidagaskipanin er tann einasta rætta fyri blandingsfiskarí undir Føroyum. Har skal tí eisini ein mental broyting (hugburðsbroyting) til í politiska landslagnum.  

Kelda: https://nordlysid.fo/si-fiskivinnutingid-her-2/ (Far til 1:45:49 fyri at hoyra orðaskiftið um blandingsskipanina)