Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið um vikuskiftið

Hanus Kjølbro

Veðrið um vikuskiftið fer at verða myndað av einum lágtrýsti, sum er yvir Norðsjónum. Tað dregur kalda luft ímóti okkum. Yvirhøvur er talan um gott vikuskiftisveður – undantikið løtuna við regni í dag.  

Hann kemur høgt í dag. Vindferðin er í miðal 3 til 8 m/s – tað kalla vit lot til frískt lot – men í støðum er upp í frískan vind, 10 m/s. Ælaveður er, nú tað er liðið út á seinnapartin, men í kvøld verður turrari. Ikki heilt turt, men langt ímillum ælini.

Soleiðis er eisini í nátt. Hitin í dag úr 13 niður í 8 stig.

Eisini í morgin eru 3 til 8 m/s, í støðum upp í 10 m/s, men út á dagin er minni vindur. Uppí 7-8 m/s. Í erva samdrigið og okkurt ælið í støðum. Hitin í morgin 7 til 11 stig.  

Sunnudagin er eitt lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Hitin aftur 6 til 10 stig.

Gott vikuskifti.