Grønland stendur framman fyri eini umfatandi nýskipan av almenna geiranum. Málið er einfaldari umsiting, færri dupultfunktiónir, meira talgilding og eina minni almenna umsiting. Tað er ein nýskipan, sum eisini eigur at fáa føroyskar politikarar at hyggja í spegilin.
Grønlendska landsstýrið hevur sett ferð á eina umfatandi endurskoðan av almenna geiranum. Ein nýskipanarnevnd, leidd av búskaparfrøðinginum Johnny í Grótinum, hevur longu havt sín fyrsta fund og skal koma við uppskotum um, hvussu almenni geirin kann skipast einfaldari og nærri borgaranum.
Nýskipanararbeiðið er ikki komið úr ongum. Í samgonguskjalinum frá 2025 verður staðfest, at tað er ein bundin uppgáva hjá samgonguni at nýskipa almenna geiran. Tað skal millum annað gerast við avbyrokratisering, førleikamenning, meira nýtslu av vitlíki, talgilding og felags tænastum.
Ein av teimum meira ítøkiligu ætlanunum er ein meira tálmandi starvssetanarpolitikkur. Tóm størv skulu ikki longur sjálvvirkandi setast av nýggjum, og málið er at minka um samlaða talið av ársverkum í almennu umsitingini á teimum økjum, sum ikki verða mett at vera samfelagskritisk.
Føroyar hava somu avbjóðingarnar
Tað áhugaverda úr føroyskum sjónarhorni er, at nógvar av hesum avbjóðingum longu eru aktuellar her.
Búskaparráðið vísir á, at Føroyar hava 73 landsstovnar, og at 36 av teimum hava færri enn 20 ársverk. Eisini eru 50 stovnar, sum hava færri enn 40 ársverk. Búskaparráðið peikar á, at smábýttir stovnar kunnu gera tað truplari at reka almennar tænastur skynsamt.
Samstundis arbeiða fleiri enn 10.000 fólk í almenna geiranum í Føroyum. Í mai 2026 vóru 4.733 starvsfólk skrásett undir almennari umsiting, verju og lógarbundnum almannaveitingum, umframt 4.793 innan heilsu- og almannaverk og 1.917 innan undirvísing.
Tað merkir ikki, at øll hesi størv kunnu ella skulu skerjast. Føroyar eru tó í eini støðu við sera lágum arbeiðsloysi og stórum tørvi á arbeiðsmegi.
Men júst tí verður spurningurin um almenna umsiting enn meira áhugaverdur:
Skal ein størri partur av arbeiðsmegini brúkast til at veita borgarum og vinnu veruligar tænastur – ella skulu vit halda fram við at hava nógvar smáar eindir, nevndir, deildir og stovnar, sum hvør sær hava umsiting og leiðslu?
Nýggja ABC-samgongan hevur longu sett málið á dagsskránna
Hetta er ikki ein spurningur, sum føroyskir politikarar ikki hava ásanna.
Í samgonguskjalinum hjá nýggju ABC-samgonguni verður beinleiðis sagt, at møguleikarnir fyri at leggja saman ella niðurleggja stovnar skulu kannast. Samgongan vil hava so fá umsitingarlig løg sum gjørligt og kanna, um ávísar tænastur kunnu útvegast, har tað er til fyrimuns fyri borgaran.
Samgongan sigur eisini, at størri eindir skulu tryggja tænastustøðið og starvsfólkatrivnaðin, og at eitt minstamark eigur at verða sett fyri talinum á starvsfólkum á stovnum.
Tað líkist ótrúliga nógv tí nýskipanarspori, sum nú verður roynt í Grønlandi.
Grønland kann verða føroyskt ávaringarljós
Munurin er tó, at Grønland tykist vilja taka eitt meira samlað tak um trupulleikan.
Í Føroyum hevur kjakið ofta snúð seg um einstakar stovnar, einstakar játtanir og einstakar sparingar. Grønland hevur í staðin sett sær spurningin: Hvussu skal sjálv almenna skipanin síggja út?
Tað er ein munur, sum hevur týdning.
Ein nýskipan av almenna geiranum eigur ikki bara at vera eitt spariátak. Hon eigur at snúgva seg um, hvussu sama ella betri tænastustig kann røkkast við færri umsitingarligum løgum, betri talgildum skipanum og størri fakligum eindum.
Og tað er kanska júst her, at føroyska kjakið manglar.
Føroyar hava ikki ráð til at spilla arbeiðsmegi í einum samfelagi, har arbeiðsloysið í juli var bert 0,9 prosent. Samstundis vísir Hagstovan, at talið av starvsfólkum heldur fram at vaksa.
Spurningurin er tí ikki bara, hvussu nógv vit brúka upp á tað almenna.
Spurningurin er eisini, hvussu nógv av arbeiðsmegini vit hava ráð at brúka til umsiting – og hvussu nógv vit hava brúk fyri úti á gólvinum.
Grønland er nú farið undir at svara hesum spurningi. Tað hevði verið skilagott, um Føroyar gjørdu tað sama.
