Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tá politiskt kjak verður til hóttanir

Jóhann Lützen

Í Íslandi eru fleiri av fremstu kvinnunum í ríkisstjórnini fyri álvarsligum hóttanum í kjakinum um ES. Løgreglan kannar málini, og forsætisfrúan Kristrún Frostadóttir hevur fordømt gongdina.

Hetta er ein álvarslig áminning – eisini fyri okkum í Føroyum.

Ósemja er ein styrki – hóttanir eru ein veikleiki

Í einum fólkaræði skal ein kunna siga, at ein politikari hevur tikið eina vánaliga avgerð. Ein skal kunna siga, at eitt landsstýrisfólk hevur gjørt eina skeiva meting, og ein skal kunna kallað eina politiska ætlan óforsvarliga.

Ein skal eisini kunna vera grundleggjandi ósamdur um ES, ríkisfelagsskapin, fiskivinnu, búskap ella útlendingamál.

Men markið gongur har, ið politiska ósemjan verður til hóttanir og persónliga atsókn.

Tá er tað ikki longur bara tann einstaki politikarin, sum verður raktur. Tá verður sjálvt fólkaræðið trýst.

Ein politikari, sum verður hóttur til tøgn, er ikki longur fríur at taka støðu. Og ein borgari, sum sær, at politikarar verða hóttir fyri sína meining, kann eisini fara at hugsa seg um eina eykaferð, áðrenn hann sjálvur sigur sína hugsan.

Vit kunnu vera ósamd um alt – men ósemjan skal vinnast við argumentum, ikki við ótta.