KÍ hevur tvær ferðir áður spælt móti HB í ár. Fyrstuferð endaði tað við javnleiki í Gundadali, og seinnu ferðina endaði dysturin við einum 1-0 sigri til HB í Klaksvík, hóast KÍ hevði havt leikliga yvirvág í dystinum. Hesaferð lótu tær ongan iva vera um hvør vinnarin skuldi vera, tí við einum 4-0 sigri, har HB ikki hevði ein stóran málmøguleika í dystinum, vístu tær styrki.
Bert 6 dystir eru eftir av kappingarárinum, men KÍ skal møta HB tvær ferðir afturat, og bert 2 stig skilja partarnar í toppinum.
Durita Hummeland hevur lagt seg á máltindin í meistaradeildini hjá kvinnunum. Hon hevur skorað 7 mál seinastu 3 dystirnar í landskappingini.
Málini í 4-0 sigrinum á HB skoraðu Maria Vinjardsdóttir Johansen, Sanna Svarvadal og Durita Hummeland (2 mál).
Mikudagin kl. 19.00 skal KÍ spæla móti Víkingini í Gøtu. Hetta er seinni dysturin í semifinaluni um Løgmanssteypið. Fyrri dysturin endaði við einum 1-0 sigri til KÍ. Vinnur KÍ samanlagt, eru sannlíkindini stór fyri, at KÍ skal spæla móti HB í finaluni um Løgmanssteypið, tí HB vann fyrru semifinaluna móti 07vestur 3-0.
