Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er fakligheitin innan kost ikki verd at gjalda fyri?

Kost- og Føðslufelagið

Vit í Kost- og Føðslufelagnum eru stúrin um ætlanina hjá Nánd at lata sjálvboðin átaka sær uppgávur kring máltíðir á ellis- og røktarheimum.

Vit taka fult undir við sjálvbodnum arbeiði á eldraøkinum. Vitjunarvinir, sangløtur og sosial samvera kunnu geva teimum eldru meira nærveru, felagsskap og lívsgóðsku.

Men vit seta spurnartekin við, tá sjálvboðin skulu átaka sær uppgávur kring máltíðina, tí røktarstarvsfólkini hava ov lítið av tíð.

Nánd sigur sjálvt, at endamálið við verkætlanini er at lætta um hjá verandi starvsfólkum, við at sjálvboðin gera praktiskar uppgávur, so starvsfólkini fáa betri stundir til røktina.

Tá sjálvboðin skulu gera matvognin kláran, hjálpa til við nátturða, seta á borðið og rudda av, er tí rímiligt at spyrja:

Hvar gongur markið millum sjálvboðið arbeiði og vanligar starvsfólkauppgávur?

Og hetta reisir samstundis ein størri spurning:

Hvussu raðfesta kommunurnar kost, føðslu og máltíðir á eldraøkinum?

Ein máltíð á einum røktarheimi er ikki bara matur, sum skal frá einum matvogni yvir á eitt borð.

Máltíðir snúgva seg um føðslu, matarlyst, serkost, konsistens, sansir, máltíðarumhvørvi, rehabilitering, trivnað og lívsgóðsku. Hjá nógvum eldri er máltíðin harumframt ein týðandi partur av bæði heilsu, viðgerð og fyribyrging.

Í Danmark verður alsamt størri dentur lagdur á máltíðina sum eina fakliga uppgávu á eldraøkinum. Har verður millum annað arbeitt skipað við máltíðarvertum og góðum máltíðarumhvørvi, har kostfaklig starvsfólk hava ein virknan leiklut. 

Hetta er ein fakligheit, sum vit eisini eiga at styrkja í Føroyum.

Tí undrar tað okkum, at gongdin her tykist vera tann øvugta: Tá røktarstarvsfólkini ikki hava tíð til uppgávurnar kring máltíðina, verður loysnin at brúka sjálvbodna arbeiðsmegi.

Er fakligheitin viðvíkjandi kosti, føðslu og máltíðum ikki verd at gjalda fyri?

Sjálvboðin eru hjartaliga vælkomin at seta seg við borðið, práta, syngja, eta saman við teimum eldru og skapa enn meira lív og nærveru.

Men sjálvboðin skulu vera eitt ískoyti til eina góða vælferðartænastu – ikki ein loysn upp á vantandi starvsfólkaorku og ikki ein bíligari máti at loysa uppgávur, sum kommunurnar annars eiga at seta starvsfólk við røttu fakligheitini til.