Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar venja: virki og stovnar fáa høvi at venja nettrygdartilbúgving

Jóhann Lützen

Í oktober verður skipað fyri nettrygdarvenjingini „Føroyar venja“. Venjingin gevur føroyskum virkjum og

stovnum eitt ítøkiligt og ókeypis høvi at royna, hvussu væl tey eru fyrireikað til at handfara eitt netálop,

áðrenn tað veruliga rakar.

Føroyar eru í ár fyri fyrstu ferð við í „Hele Danmark Øver“ saman við Danmark og Grønlandi. Í Føroyum

verður venjingin skipað undir heitinum „Føroyar venja“, og Fjarskiftiseftirlitið stendur fyri venjingunum í

Føroyum.

Við øktum nettrygdarváða og landapolitiskum spenningum er tørvur á at styrkja talgilda mótstøðuførið

og nettrygdartilbúgvingina. “Føroyar venja” er í samsvari við átak 4 í nettrygdarætlanini 2024–2026 hjá

Landsstýrinum um at fremja tilbúgvingarvenjingar í pørtum av týðandi kt-undirstøðukervinum.

Nettrygd er eitt felags samfelagsligt mál

Nettrygd er ikki bara ein tøkniligur spurningur. Tá ið ein álvarslig nettrygdarhending rakar, snýr tað seg

eisini um leiðslu, ábyrgd, samskifti, raðfestingar og avgerðir undir trýsti.

Ein týðandi partur av føroyska talgilda undirstøðukervinum og teimum tænastum, sum samfelagið er

bundið at, verður rikin av privatum virkjum og almennum stovnum. Gott samstarv millum myndugleikar

og vinnu er tí ein grundleggjandi partur av føroysku nettrygdartilbúgvingini.

Hvat slag av venjing er talan um?

Venjingin er verklig og ítøkilig. Luttakararnir fáa høvi at uppliva, hvussu tað kennist at standa mitt í

einum netálopi, frá fyrstu teknum um, at óviðkomandi hava fingið atgongd til skipanirnar, til tær

avgerandi avgerðirnar, ið skulu takast undir trýsti, meðan hvør minuttur telur.

Venjingin er ment av Secure Practice í Noregi, ið eisini er veitari hjá donsku venjingunum. Netálop virða

ikki landamørk, og avbjóðingarnar við at handfara tey eru at kalla tær somu, antin tey raka í Føroyum

ella uttanlands. Við “Føroyar venja” fáa luttakararnir tí høvi at royna somu venjing, sum verður brúkt í

Danmark.

• Staðbundin og ókeypis: Venjingin fer fram á einum avtalaðum fundarstaði, varir í tríggjar tímar og er

ókeypis fyri luttakararnar.

• Ítøkilig og verklig: Luttakararnir uppliva, hvussu eitt netálop kann fara fram, síggja avleiðingarnar av

ymiskum avgerðum og venja seg í at handfara eina veruliga kreppustøðu.

• Fyri stór og smá: Venjingin vendir sær til bæði smá og stór virki og stovnar, eisini tey, sum ikki hava

egin nettrygdarfólk.

• Eingin tøkniligur forkunnleiki krevst: Venjingin er viðkomandi fyri tey, ið hava ábyrgd av ella ein

leiklut í krepputilbúgving, leiðslu, samskifti ella nettrygd, ella sum vilja vita meira um, hvussu ein

nettrygdarhending kann fara fram. Tað er ikki neyðugt við serligum tøkniligum forkunnleika fyri at

taka lut.01.09.2026

• Tilfar aftaná: Tá ið venjingin er liðug, fáa luttakararnir ein tilfarspakka um talgilda trygd við kunning,

tilmælum og góðum ráðum um at handfara netálop fyri, undir og eftir eina hending. Eisini fáa teir

eitt luttøkuprógv.

• Fundarstaður: Ætlanin er at hava venjingina í Tórshavn og, um undirtøkan er nóg stór, eisini á øðrum

støðum kring landið.

Royndir vísa, at venjingar gera mun

„Hele Danmark Øver“ varð fyrstu ferð fyriskipað í 2024 við íblástri úr Noregi. Í 2025 luttóku meira enn

1.500 fólk í 35 venjingum á 14 ymiskum støðum í Danmark. Afturboðanin frá luttakarunum vóru greiðar:

• Fýra av fimm luttakarum (80 prosent) kendu seg betur førar fyri at handfara eitt netálop eftir

venjingina.

• Nærum 60 prosent ætlaðu aftaná at dagføra ella gera tilbúgvingarætlanir, broyta innanhýsis

mannagongdir ella seta ítøkilig tiltøk í verk fyri at styrkja nettrygdartilbúgvingina.

Í einum ótryggum heimi við øktum váða fyri netálopum eru verkligar venjingar eitt týdningarmikið

amboð til at styrkja samfelagsliga mótstøðuførið. “Føroyar venja” skal geva føroyskum luttakarum høvi

at royna seg í tryggum umstøðum og nýta royndirnar til at styrkja tilbúgvingina í egnum virki ella stovni.

Nærri kunning

Fjarskiftiseftirlitið fer nærri at kunna um, nær og hvar venjingarnar verða hildnar í Føroyum, og hvussu

tilmeldingin fer fram.

Fyriskiparar:

Í Danmark er tað Styrelsen for Samfundssikkerhed og Beredskab, Løgreglan (NSK), Dansk Industri, Dansk

Erhverv, IT-Branchen, Secure Practice, Dansk IT, Tryg, Verjunnar FMI’s Cyberdivision og TDC Erhverv, ið

skipa fyri “Hele Danmark Øver”. Í Grønlandi er tað Digitalinngortitsinermut Aquitsisoqarfik og í Føroyum

Fjarskiftiseftirlitið, sum standa fyri venjingunum.