Tað eru tó pláss eftir aðrastaðni á Tórsvølli.
KÍ-viðhaldsfólkini vóru sein áveg, tí mánamorgunin var eingin av teimum fýra bólkunum á langsíðuni útseldur. Men nú tríggjar tímar undan dystarbyrjan er útselt á langsíðuni millum KÍ-viðhaldsfólk. Víkingur hevur havt góða sølu og har er bara uttasti bólkurin eftir at verða útseldur.
Tað eru tó nógv onnur pláss tl sølu á Tórsvølli, so ein skal ikki verða bangin fyri ikki at sleppa til dyst.
Finalan um løgmanssteypið byrjar kl. 19.00. Atgongumerki fást á atgongumerki.fo
