Fíggjarmálaráðið bjóðar styttri arbeiðsviku – men lønarkrónur skulu samstundis raðfestast í sáttmálasamráðingunum.
Arbeiðsvikan hjá búskapar- og løgfrøðingum kann verða stytt við einum tíma frá 1. oktober 2027.
Tað er ein partur av tilboðnum, sum Fíggjarmálaráðið hevur lagt fyri Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya í sambandi við nýggjan sáttmála fyri tíðarskeiðið 2026–2028.
Treytin er tó, at ein partur av samráðingarkarminum verður brúktur í krónum og oyrum bæði fyrra og seinna árið.
Limirnir skulu nú taka støðu til samráðingaruppleggið. Tað verður gjørt á limafundi í Havn 17. september.
Afturat styttu arbeiðsvikuni skal eisini samráðast um reglur fyri neyðtilbúgving og undantøk í sambandi við arbeiðssteðgir.
