At fara eftir havhestaungum hevur verið siðvenja í familjuni hjá Tóra Simonsen úr Hvannasundi í mong ár. Sjálvur hevur hann verið við at taka havhest síðan hann var smádrongur.
Tóri var mangan túrin saman við pápa sínum og pápabeiggjum sínum, og tá hann so gjørdist eldri, plagdi hann at fara saman við systkinabørnum hjá sær. Í dag eru døturnar hjá honum ofta við at taka havhestaungar.
Havhestatíðin byrjar síðst í august
-Vit plaga at byrja at taka havhest eftir 20. august, og vit royna til umleið ein vika er farin av septembur. Ójavnt er, hvussu nógv er at fáa, er veðrið gott, og góð líkindi eru, so er nógv at fáa. Hinvegin, er veðrið keðiligt, so er minni at fáa.
Er nógvur havhestur og sjóvarfallið gott, so er ikki altíð, at vit fara so langt
-Vit fara vanliga úr Hvannasundi tíðliga á morgni. Er veðrið til vildar, so sigla vit norður gjøgnum Svínoyarfjørð. Sum vit plaga at siga, so fara vit ofta út ímillum oyggjarnar, hetta er ímillum Fugloynna og Viðoynna. Er nógvur havhestur og sjóvarfallið gott, so er ikki altíð, at vit fara so langt, so halda vit bara til ímillum oyggjarnar har.
– Vit plaga at taka so nógvar, sum vit megna at reinsa, og tá vit hava tikið so mikið av havhesti, sum rúmast kann í bátinum, so fara vit oftast heim aftur um middagsleitið at avreiða fuglin. Síðani verður farið avstað aftur einaferð seinnapartin.
– Summar dagar, tá ið veðrið er til tað, so fara vit langt út. Vanliga so fara vit norður úr Viðoynni ella Fugloynni, har er oftast mest at fáa.
-Vanliga, tá ið vit fara ein slíkan havhestatúr, so eru vit teir – ella tvey fólk umborð. Ein stýrir bátinum, og ein tekur. Hetta er tað høgligasta at gera, heldur Tóri.
Tóri hevur tikið 800 havhestaungar ein dag
-Er talan um ein sera góðan havhestatúr, tá liggur fongurin um einar 800 havhestaungar ella meir. Er talan harafturímóti um ein ringan túr, kann fongurin liggja um 50 til 100 havhestaungar. Sera ójavnt er, hvussu túrarnir hildnast, sigur Tóri Simonsen.
-Veðrið hevur sera stóran týdning, og kann hava ein avgerandi leiklut fyri hvussu nógv ein fær av havhesti. Umframt, so kann Sjóvarfallið eisini hava sína ávirkan.

Heilt lítið av havhesti í ár
Tá eg spurdi Tóra, hvussu tað hevur hildnast við veiðuni i ár, segði hann, at í ár hevði tað verið heilt lítið at fáa.
– Vit hava fingið helvtina minni av havhesti í ár enn vit vanliga gera, og hartil so hevur tað verið nógv smátt uppií eisini, meira smátt enn tað plagar
-Tá ið ein fæst við veiðu, so veit ein ongantíð, hvat ein fær. Eingi ár eru líka. Tó kann sigast, at tá ið talan er um havhest, so plagar at vera ivaleyst til, men soleiðis hevur ikki verið í ár.
Tóri Simonsen heldur ikki, at hetta beinleiðis hevur nakað við sjálvan stovnin at gera, men at orsøkin til hetta er, at ov lítið er komið undan av ungum í ár.
-Vit hava sæð eina rúgvu av havhestaungum ligið í bjørgunum, men teir fáa ikki nokk av føði, og gerast tí ikki klárir at fara á sjógvin.
-Tað er tó ikki soleiðis, at hetta er eindømi, vit hava sæð nøkur slík havhestaár fyrr, har nógv smátt hevur verið at fáa, og tá er minni at taka. Um orsøkina til hetta, sigur Tóri, at ungarnir fáa ikki nóg mikið at eta. Teir verða tí ikki búnir nóg skjótt, og tað endar við, at gamli havhesturin rýmir frá unganum. Ungin kemur tí ongantíð á sjógvin og doyr bara.

Rannvá er dóttir Tóra. Á myndini sæst hon standa við rórið.
