Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

Magni Højgaard

Í gjár, 14. septembur, kunngjørdi Landsbankin, at Føroyar varðveita sítt kreditvirði við ratingini Aa2. Tað er ratingfyritøkan Moody’s, sum ger kreditmetingina, og Aa2 er triðhægsta raitingin hjá teimum.

Um hví hetta hevur týdning, skrivar Landsbankin: “Tað gevur føroyingum møguleika at føra sín egna fíggjarpolitikk í tíðum við búskaparligari afturgongd. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvørja rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.”

Hetta eru sjálvandi góð tíðindi fyri føroyingar og er ein ábending um, at vit hava stýr á búskaparlig viðurskifti her heima. Men tað er okkurt, sum á hvørjum ári er løgið, tá Landsbankin kunnar um rating Føroya; Landsbankin sigur ikki alla søguna.

Landsbankin skrivar soleiðis, um hví Føroyar varðveita triðhægstu rating sína og hvørjar avbjóðingar eru: “Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina á Aa2 tann sama, sum undanfarin ár, at Føroyar millum annað hava fíggjarligt sjálvræði, at Føroyar hava stórt gjaldføri (minstagjaldførið er 4,2 mia. kr.), at Føroyar hava góð rakstrarúrslit áðrenn løgur, og at skuldin er lutfalsliga lítil. Avbjóðingarnar fyri Føroyar sigur Moody’s vera, at búskapurin er einstáttaður og at íløgurtørvurin er høgur, tí fólkatalið veksur.”

Men eins og undanfarin ár, nevnir Landsbankin ikki næstu regluna, sum er sera týdningarmikil. Har skrivar Moody’s: “Vit taka eisini atlit til stóru sannlíkindini fyri, at danska stjórnin (Aaa rating) fer at grípa inn í rættari tíð fyri at forða fyri, at Føroyar fara í gjaldssteðg.”

Hetta er ein setningur, sum vigar rættiliga nógv og er somuleiðis avgerandi fyri, at Føroyar varðveita sína góðu rating. Men hví er tað so, at Landsbankin nú fleiri ferðir ikki nevnir hesa grundgeving, sum bert er eina reglu og stendur í sama broti sum hinar grundgevingarnar?

Svarið kenna vit ikki. Men tað tykist sum, at Landsbankin ikki vil viðurkenna ágóðarnar og trygdina, vit føroyingar hava av at vera partur av ríkisfelagsskapinum og einum størri felagsskapi.

Vónandi er Landsbankin ikki politiskt litaður, og ynskiligt hevði verið, at hann tók fakta við.

Magni Højgaard

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin