Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðtoftahagi skal býtast

Jóhann Lützen

Útskiftingarnevndin fyri Norðtoftahaga boðar nú til fund í sambandi við býtið av Norðtoftahaga.

Útskiftingarfundurin verður mánadagin 12. oktober 2026 klokkan 19 í skúlanum á Fossánesi. Sambært kunngerðini er málið á fundinum býtið av Norðtoftahaga.

Í útskiftingarnevndini sita Olaf í Garði Joensen á Eiði og Tróndur Niclassen í Bø. Arnold Thomassen er útskiftingarformaður.

Kunngerðin varð almannakunngjørd av Umhvørvisstovuni 16. september.

Les kunngerðina hjá Umhvørvisstovuni