Roykstovan bjóðar til eitt langt fótbóltskvøld í kvøld, har bæði føroyskur og enskur fótbóltur verður á skránni.
Opið verður frá klokkan 17, og frá 17 til 19 er Fimmari.
Klokkan 18.30 verða dystirnir KÍ–Skála og B36–NSÍ vístir. Síðani verður enskur fótbóltur klokkan 20, tá Chelsea og Brentford spæla.
Kvøldið endar við PubQuiz klokkan 22.30.
Sostatt er lagt upp til eitt ordiligt fríggjakvøld í Roykstovuni við føroyskum fótbólti, Premier League og PubQuiz.
