Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið um vikuskiftið

Hanus Kjølbro

Hann fer at liggja millum sunnan og vestan í dag og í morgin. Sunnudagin útnyrðingur, og tá kølnar tað eitt sindur. Fyri tað mesta minni enn 10 m/s, men tó nakað væl meiri enn tað fram ímóti uppfaringartíð í morgin. Eitt lágtrýst við vindi og regni fer beint tvørtur um Føroyar í nátt.

Tá ið tað er farið eysturum, fer hann úr suðuri upp í vestan, og so upp í útnyrðing leygarkvøldið og sunnudagin. Tað sæst á hitalagnum, at heystið er komið. Hitin kann fara nøkur stig upp um 10 stig, men eisini líka nógv stig niðurum.

Veðrið um vikuskiftið:

Nú seinnapartin er lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, tað er samdrigið í flestu støðum og ælaveður, men undan ættini er (enn) hálvskýggjað og turt. Í kvøld fer hann eysturum til landsynning og veksur vindin upp í 5 til 10 m/s, samdrigið og samregn um alt landið. Í nátt minkar vindurin niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, enn samdrigið og regn. Eitt skifti í nátt veksur vindurin upp í hvassan vind ella skrið vestan, 15 til 20 m/s. Tað er fyrst sunnanfyri, men fram ímóti morgni eisini norðanfyri. Hitin í dag er (og hevur verið) 8 til 12 stig.

Um morgunin er frískt lot til frískan vind av vestri, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Út á fyrrapartin fer hann niður í útsynning og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið og náttina frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 8 til 13 stig.

Sunnumorgunin er frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, men í støðum upp í strúk, 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Út á seinnapartin gongur hann niður í vestan, vindurin minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og turt. Mánanáttina er eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, tað dregur á luftina og er turt. Hitin 8 til 12 stig. 

Gott vikuskifti.