Ætlanin er, at ein nýggj føroysk javnviðgerðarlóg skal koma í gildi 1. januar 2028. Lógin skal millum annað verja starvsfólk móti mismuni vegna aldur.
Tað upplýsir Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.
Landsstýriskvinnan váttar, at aldur ikki í sær sjálvum skal kunna vera grundarlag fyri at siga einum starvsfólki upp, um viðkomandi framvegis hevur neyðugu førleikarnar.
Undantøk kunnu tó gerast, um tey hava eitt lógligt endamál og eru neyðug og hóskandi. Tað kann til dømis vera í sambandi við pensjónsskipanir, lógarásett aldursmørk og størv við serligum heilsu- ella trygdarkrøvum.
Arbeiðið við lógaruppskotinum skal byrja seinni í heyst. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum, MEGD og aðrir viðkomandi partar skulu takast við upp á ráð. Uppskotið verður væntandi lagt fyri Løgtingið fyrst í komandi tingsetu.
Øll grannalondini hava longu lóggávu, sum tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Føroyska lóggávan skal eftir ætlan leggja seg upp at reglunum hjá ES.
