Amarant
Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Brennievnið lækkar í Danmark – men ikki enn í Føroyum

Jóhann Lützen

Bensin og diesel lækka týsdagin í Danmark, men sama príslækking er enn ikki komin til føroysku bilførararnar.

FDM upplýsir, at danski bensinprísurin lækkar 20 oyru fyri liturin, meðan diesel lækkar 40 oyru. Danska miðalprísurin er nú 17,52 krónur fyri bensin og 18,83 krónur fyri diesel. FDM

Í Føroyum kostar bensin 95 í dag 15,44 krónur fyri liturin, meðan diesel kostar 15,88 krónur fyri liturin.

BrennievniFøroyarDanmarkMunur
Bensin 9515,44 kr.17,52 kr.Føroyar 2,08 kr. bíligari
Diesel15,88 kr.18,83 kr.Føroyar 2,95 kr. bíligari

Ein 50 litra tangi av bensini kostar sostatt umleið 104 krónur minni í Føroyum enn í Danmark. Fyri diesel er munurin umleið 148 krónur fyri ein 50 litra tanga.

Hóast brennievni framvegis er munandi bíligari í Føroyum, er gongdin løgin. Prísirnir lækka nú í Danmark, eftir at oljuprísurin er fallin, men higartil er eingin samsvarandi lækking kunngjørd í Føroyum.

Spurningurin er tí, nær føroysku oljufeløgini lata lægri heimsmarknaðarprísin koma føroysku bilførarunum til góðar.

Amarant