Sunnudagin 20. september varð kappast um føroyameistaraheitið í sprint triathlon í Havn. Anna Lovisa Mýri og Magni Hansen gjørdust føroyameistarar í opna bólkinum hjá ávikavist kvinnum og monnum.
Kappingin byrjaði í Svimjihøllini í Gundadali, har luttakararnir svumu 750 metrar. Síðani skuldu teir 20 kilometrar á súkklu, áðrenn kappingin varð avgjørd við 5 kilometrum av renning.
Teinurin gekk úr Gundadali oman móti Skansanum og síðani niðan aftur eftir Jónas Broncksgøtu, Hoyvíksvegnum, Tjaldursvegi og R. C. Effersøesgøtu. Ein krevjandi ruta við drúgvum brekkum, sum setti bæði styrki og úthaldni hjá luttakarunum upp á roynd.
Anna Lovisa tryggur føroyameistari
Hjá kvinnunum gjørdist Anna Lovisa Mýri føroyameistari við tíðini 1:24:08. Serliga á súkklupartinum gjørdi hon mun og skapti sær eitt gott útgangsstøði undan renningini.
Katrin Sørensen vann silvur við tíðini 1:27:32, meðan Jóhanna Egholm tók bronsuna við tíðini 1:28:37.
Úrslitið hjá kvinnunum:
- Anna Lovisa Mýri – 1:24:08
- Katrin Sørensen – 1:27:32
- Jóhanna Egholm – 1:28:37

Magni vann eftir sterka renning
Hjá monnunum gjørdist Magni Hansen føroyameistari. Magni og Bergtór Thorsteinsson vóru tættir gjøgnum stóran part av kappingini og fylgdust eisini á súkkluni.
Tá komið varð til renningina, fekk Magni skjótt mun. Hann fór frá Bergtóri tíðliga á renniteininum og økti síðani leiðsluna allan vegin á mál.
Magni vann við tíðini 1:09:06, meðan Bergtór Thorsteinsson vann silvur í 1:12:51. Erik Neshamar gjørdist nummar trý og kom á mál bert 48 sekund eftir Bergtór.
Úrslitið hjá monnunum:
- Magni Hansen – 1:09:06
- Bergtór Thorsteinsson – 1:12:51
- Erik Neshamar
Bæði føroyameistaraheitini fóru sostatt til Norðstrok, har bæði Anna Lovisa Mýri og Magni Hansen eru limir.
Ein smakkur av Oyggjaleikunum 2027
FM-kappingin hevði eisini ein serligan týdning við atliti at Oyggjaleikunum í Føroyum í 2027. Teinurin, sum varð brúktur sunnudagin, er tann sami, sum ætlanin er at brúka, tá triathlonkappingarnar á Oyggjaleikunum verða í Havn komandi summar.
Kappingin gav tí bæði íðkarum og fyriskiparum virðismiklar royndir á teininum fram móti stóru altjóða uppgávuni í 2027.
SST ynskir øllum føroyameistarunum og heiðursmerkjavinnarunum hjartaliga tillukku og takkar samstundis luttakarum, hjálparfólkum og øllum, sum vóru við til at fáa FM-kappingina væl avgreidda.
