Í komandi viku verður europameistaraheitið fyri lið við Tjarnir, tilsamans 71 landslið eru við. 37 hja monnum og 34 hja kvinnum. Í morgun var so lutakasti til kappingina í ein og tvímansleiki.
Lutakasti er spennandi hja baði kvinnum og monnum
Jan Erik Fjallstein møtur lettiska Kristaps Mickus
Jan McIntosh møtur David Parlby av Jersey
Uni Árting møtur vinnarnum av dystinum ímillum Edwin Thorbjørnson úr Svøríki og Christian Godl úr Eysturríki
Petur Thomsen møtur norska Lars Erik Lindgren.
Í tvímansleiki møta Jan Erik og Petur vinnarnum av einum dysti ímillum eitt niðurlendskt og eitt katalanskt par, ímeðan Jan og Uni møta einum parið úr Sveis
Kvinnurnar eisini spennandi lutakast
Nadja Tondardóttir møtur Valentyna Karnaukh úr Ukraina
Jóna Miðalberg møtur Louise Peterson úr Skotlandi
Theresa Enghamar møtur Anju Springborg Larsen úr Danmark
Beinta Joensen møtur Sandru Ivic úr Kroatia
Í tvímansleiki møta Jóna og Nadja einum parið úr Grikkalandi og Beinta og Theresa møta einum parið úr Kroatia
EM kappingin byrjar mikudagin, tá verður spælt sum lið, tað lutakastið verður tyskvøldið til opening ceremony. Einmansleikur og tvímansleikur verður hósdagin og fríggjadagin. Vit á Norðlysinum koma at fylgja kappingini frá byrjan til enda. Leygardagin verður stóri finaludagurin, spennandi verður hvussu fer at ganga føroysku leikarunum
