Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit skulu ikki elta Evropa út av eggini

Fróði Magnussen

Tað verður ofta tosað um eitt høgrarák í Evropa. Vanliga verður hetta lýst sum ein trupulleiki í sjálvum sær. Men kanska eiga vit heldur at spyrja, hví so nógvir evropearar venda sær frá teimum flokkum, sum hava havt valdið seinastu árini.

Orsøkirnar eru fleiri. Innflyting, trygd og mentan fylla nógv í kjakinum. Hesi viðurskifti eru lýst av øðrum, og tí fari eg ikki nærri inn á tey her. Men ein onnur høvuðsorsøk er, at nógv fólk kenna, at livistøðið er undir trýsti, samstundis sum vinnulívið missir kappingarføri.

Hetta er ikki bara ein kensla. Tølini vísa, at Evropa hevur ein grundleggjandi búskaparligan trupulleika.

Evropa stendur í stað, meðan onnur fara framum

ES-búskapurin er ikki í fríum falli. Men vøksturin hevur verið ov lítil. Sambært Eurostat vaks reala bruttotjóðarúrtøkan í ES bert 0,4 prosent í 2023, 1,0 prosent í 2024 og 1,5 prosent í 2025.

Týskland, sum leingi hevur verið ídnaðarliga lokomotivið í Evropa, er eitt álvarsligt dømi. Týski búskapurin minkaði 0,9 prosent í 2023 og 0,5 prosent í 2024. Í 2025 var vøksturin bert 0,2 prosent. Týska hagstovan vísir millum annað á dýra orku, færri íløgur, minkandi útflutning og harðari kapping úr Kina.

Hetta er ikki bara ein stutt konjunkturgjógv. Mario Draghi, fyrrverandi forseti í Evropeiska miðbankanum og fyrrverandi italskur forsætisráðharri, varð av ES-nevndini biðin  at greina evropiska kappingarføri við atliti at Kina og USA. Niðurstøðan er greið: Búskaparvøksturin og serliga framleidnivøksturin í Evropa hava í nógv ár verið minni enn í USA.

Síðan 2000 er tøka realinntøkan fyri hvønn íbúgva vaksin næstan tvær ferðir so nógv í USA sum í ES. Umleið 70 prosent av muninum í BTÚ fyri hvønn íbúgva millum ES og USA kann sambært Draghi-greiningini frágreiðast við lægri framleidni í Evropa.

Hetta rakar ikki bara stórar fyritøkur og partaeigarar. Framleidni er tað, sum ger tað møguligt at hækka lønirnar, stytta arbeiðstíðina og fíggja heilsuverk, skúlar, pensjónir og aðra vælferð. Uttan økta virðisskapan verður vælferðin fyrr ella seinni eitt lyfti, sum ikki kann haldast.

Dýr orka etur av livistøðinum

Ein av størstu veikleikunum hjá Evropa er orkuprísurin. Sambært Draghi-frágreiðingini rinda evropeiskar fyritøkur tvær til tríggjar ferðir so nógv fyri streym sum kappingarneytarnir í USA. Fyri gass er munurin fýra til fimm ferðir.

Orsøkirnar eru fleiri. Evropa hevur færri orkutilfeingi enn USA, og kríggið í Ukraina gjørdi, at Evropa frásegði sær atgongdini til stórar nøgdir av bíligum russiskum rørleidningsgassi Men politiskar avgerðir hava eisini gjørt Evropa meira viðbrekið. Orkuframleiðsla varð tikin av el-netinum, áðrenn fullgóð og álítandi alternativ vóru klár. Íløgur í net og nýggja orkuframleiðslu hava gingið ov seint eins og týskarar hava stonkt kjarnorkuverkini, orkuskattirnir eru høgir, og skipanin á elmarknaðinum ger, at dýrt gass ofta ásetur prísin á øllum streyminum.

Nógv av hesum er framt undir herrópinum um at bjarga veðurlagnum og umhvørvinum. Endamálið kann vera gott, men politikkur eigur ikki bara at metast eftir ætlanini – politikkurin má eisini at metast eftir avleiðingunum. Tá ið orkuframleiðsla verður stongd, áðrenn álítandi og kappingarfør alternativ eru klár, og nýggj avgjøld og krøv verða løgd á framleiðslu og flutning, verður úrslitið hægri kostnaður. Rokningin endar hjá vanliga borgaranum sum dýrari streymur, hiti, matur og tænastur. Keypiorkan minkar, og livistøðið kemur undir trýst.

Tað er tí ein politisk sjálvsmótsøgn, tá ið somu flokkar, sum siga seg verja tey veikastu, reka ein politikk, sum ger grundleggjandi gerandisvørur dýrari. Húsarhald við lágum og miðal inntøkum brúka lutfalsliga størsta partin av inntøkuni til orku, mat og bústað. Tey verða tí harðast rakt. Ein umhvørvispolitikkur, sum ger vanlig fólk fátækari og flytur arbeiðspláss og framleiðslu til lond við lægri umhvørviskrøvum, er hvørki sosialt rættvísur, búskaparliga haldførur ella neyðturviliga góður fyri umhvørvið.

Í 2022 ásetti gass prísin á evropeiska elmarknaðinum 63 prosent av tíðini, hóast gass bert stóð fyri umleið 20 prosentum av elframleiðsluni.

Úrslitið sæst hjá vanligum húsarhaldum. Í 2024 vóru elprísirnir í ES framvegis væl oman fyri støðið undan orkukreppuni. Týsk húsarhald rindaðu í seinna hálvári 2024 í miðal 39,43 evrur fyri 100 kWh – hægsta prísin í ES.

Dýr orka sæst eisini aftur í øllum øðrum vørum og tænastum. Tað kostar m.a. meira at hita hús, framleiða vørur, reka flutning og framleiða mat. Bara frá 2021 til 2024 hækkaði almenna brúkaraprístalið í ES samanlagt umleið 23 prosent. Matvørur hækkaðu serliga nógv: 11,8 prosent í 2022 og 12,6 prosent í 2023.

Tá inflatiónin lækkar, merkir tað ikki, at prísirnir fara niður aftur. Tað merkir sum oftast bert, at teir hækka spakuligari. Tí kenna nógv húsarhald framvegis, at lønin røkkur styttri.

Ein skilagóður veðurlagspolitikkur eigur at minka um útlát og samstundis tryggja bíliga og álítandi orku. Um politikkurin hinvegin ger orkuna varandi dýrari og ídnaðarframleiðslan flytur til lond við hægri útláti, hava vit hvørki hjálpt veðurlagnum ella búskapinum.

Evropa misti fyrstu talgildu bylgjuna

Microsoft, Apple, Google, Amazon og Meta eru risastórar amerikanskar tøknifyritøkur. Stóru kinesisku tøknifyritøkurnar vaksa eisini skjótt. Evropa hevur nærum onga fyritøku í sama støddarflokki.

Bert fýra av heimsins 50 størstu tøknifyritøkum eru evropiskar. Umleið 70 prosent av grundleggjandi vitlíkistøkni, sum eru ment síðan 2017, kemur úr USA. Amerikanskar fyritøkur fáa 61 prosent av heimsins íløgum í nýggjar vitlíkisfyritøkur, kinesiskar fáa 17 prosent og ES-fyritøkur bert 6 prosent.

Evropa misti sostatt fyrstu stóru talgildu bylgjuna. Nú er vandi fyri, at vit eisini missa vitlíkisbylgjuna.

Reglur eru neyðugar. Persónsupplýsingar skulu verjast, og nýggj tøkni skal brúkast við ábyrgd. Men reglur hava eisini ein kostnað. Draghi-frágreiðingin vísir á, at ES hevur umleið 100 ymiskar lógir, sum beinleiðis viðvíkja tøknigeiranum, og meira enn 270 eftirlitsmyndugleikar fyri talgild net.

Stórar amerikanskar fyritøkur kunnu seta hundraðtals løgfrøðingar at umsita slíkar reglur. Ein lítil evropisk íverksetarafyritøka kann ikki. Ov nógv og ov torskild regulering verjir tí ofta tær stóru fyritøkurnar, sum longu eru á marknaðinum, heldur enn vanliga brúkaran.

Vitlíki fer at verða bygt inn í framleiðslu, heilivág, orkunet, flutning og bilar. Tann, sum ikki dugir at menna og nýta hesa tøknina, fer at missa framleidni og kappingarføri. Longu nú er Kina eitt ættarlið framman fyri Evropa á fleiri økjum innan elbilar. Marknaðarparturin hjá kinesiskum elbilaframleiðarum í Evropa vaks úr 5 prosentum í 2015 til nærum 15 prosent í 2023, meðan evropiski parturin fall úr 80 niður í 60 prosent.

Vælferð krevur virðisskapan

Ofta verður latið sum um valið stendur millum kappingarføri og vælferð. Tað er skeivt. Kappingarføri er sjálvt grundarlagið undir vælferðini.

Tað almenna kann bara býta virði út, sum onkur fyrst hevur skapt. Uttan lønandi fyritøkur, íverksetan, útflutning og fólk í arbeiði verður eingin fíggjarlig orka til sjúkrahús, eldrarøkt, skúlar og sosiala trygd.

Ein sunnur borgarligur politikkur merkir ikki eitt samfelag uttan sosiala ábyrgd. Hann merkir, at sosiala ábyrgdin verður bygd á eitt haldført búskaparligt grundarlag.

Í Føroyum eigur ein slík leið millum annað at merkja:

  • at skattur á arbeiði, íløgur og íverksetan ikki verður hægri enn neyðugt,
  • at almennar útreiðslur verða raðfestar eftir úrslitum heldur enn eftir áhaldandi vøkstri,
  • at vinnulívið fær einfaldar, støðugar og frammanundan kendar reglur,
  • at loyvisviðgerðir verða skjótari og umsitingarligar byrðar minni,
  • at orkuskiftið verður framt við atliti at prísi, veitingartrygd og kappingarføri,
  • at fiskivinna, alivinna, landbúnaður og onnur matframleiðsla fáa støðugar karmar og møguleika at menna framleiðnina,
  • at útbúgving, gransking og vitlíki verða sædd sum íløgur í framtíðar virðisskapan,
  • og at nýggj avgjøld og nýggjar reglur altíð verða mett eftir, hvussu tær ávirka kostnaðarstøði og kappingarføri.

Hetta er ikki ein áheitan um at vraka alla grøna tøkni ella alt samstarv við Evropa. Tvørturímóti skulu vit gagnnýta vind, vatn, sól og aðra nýggja tøkni, tá hon gevur búskaparliga og tekniska meining. Men politikkurin skal vera óheftur av tøkni, pragmatiskur og grundaður á úrslit – ikki á symbolpolitikk.

Vit skulu læra av Evropa – ikki endurtaka mistøkini

Evropa hevur framvegis stórar styrkir: væl útbúgvin fólk, sterkar stovnar, gott undirstøðukervi og nógvar dugnaligar fyritøkur. Men gongdin eigur at verða ein ávaring.

Eitt samfelag kann ikki í longdini regulera, skatta og stuðla seg til vælferð. Tað má framleiða, uppfinna og kappast. Annars er vandin, at Evropa spakuliga verður eitt væl røkt savn um gamla vælferð og gamla ídnað – eitt stað, sum fólk úr meira nýskapandi og ríkari heimspørtum koma at vitja.

Føroyar skulu samstarva og handla við Evropa. Men vit skulu ikki treytaleyst elta ein politikk, sum hevur givið dýrari orku, tyngri umsiting, veikari framleiðnivøkstur og eitt vaksandi tøkniligt eftirsleip.

Vit eiga í staðin at velja eina sunna borgarliga leið, sum gevur vinnulívinum frælsi at skapa, fólki størri ágóða av at arbeiða og samfelagnum eitt sterkari fíggjarligt grundarlag.

Tí kappingarføri er ikki mótsetningurin til vælferð.

Kappingarføri er fortreytin fyri vælferð.

Fróði Magnussen, umboð fyri Fólkaflokkin á Tingi.

Viðkomandi tilfar og keldur um ein ynskir at vita meira:

1. Eurostat – realur BTÚ-vøkstur í ES í 2023–2025

Hendan keldan vísir, at reala BTÚ í ES vaks 0,4 prosent í 2023, 1,0 prosent í 2024 og 1,5 prosent í 2025.

https://ec.europa.eu/eurostat/en/web/products-eurostat-news/w/ddn-20260306-3

2. Týska hagstovan – týski búskapurin í 2025

Keldan vísir, at týska BTÚ minkaði 0,9 prosent í 2023 og 0,5 prosent í 2024, áðrenn ein lítil vøkstur á 0,2 prosent var í 2025. Hon nevnir eisini veikar íløgur, minkandi útflutning og harðari kapping úr Kina.

https://www.destatis.de/EN/Press/2026/01/PE26_017_811.html

3. ES-nevndin – høvuðssíðan hjá Draghi-frágreiðingini

Her eru frágreiðingin, bakgrundin og yvirskipaða greiningin av kappingarførinum hjá Evropa.

https://commission.europa.eu/topics/competitiveness/draghi-report_en

4. Draghi-frágreiðingin – “The Future of European Competitiveness”, partur A

Hendan frágreiðingin er høvuðskeldan til tølini um:

  • munin á framleiðni og inntøkuvøkstri í ES og USA,
  • at umleið 70 prosent av BTÚ-muninum fyri hvønn íbúgva stendst av lægri framleiðni,
  • at bert fýra av heimsins 50 størstu tøknifyritøkum eru evropeiskar,
  • íløgur í vitlíki,
  • høgar evropeiskar orkuprísir,
  • mongu tøknilógirnar og eftirlitsmyndugleikarnar,
  • og kappingina millum kinesiskar og evropeiskar bilaframleiðarar.

https://commission.europa.eu/document/download/97e481fd-2dc3-412d-be4c-f152a8232961_en

5. Draghi-frágreiðingin – nágreinilig greining, partur B

Her verður millum annað greitt nærri frá orkuprísum, regulering, umsitingarligum byrðum, vinnuligum íløgum og kappingarføri.

https://commission.europa.eu/document/download/ec1409c1-d4b4-4882-8bdd-3519f86bbb92_en

6. Eurostat – inflatiónin í ES í 2021–2024

Keldan vísir eina inflatión á 2,9 prosent í 2021, 9,2 prosent í 2022, 6,4 prosent í 2023 og 2,6 prosent í 2024. Samanlagt svarar hetta til eina príshækking á umleið 23 prosent.

https://ec.europa.eu/eurostat/en/web/products-eurostat-news/w/wdn-20250811-1

7. Eurostat – matvøruprísir og aðrir brúkaraprísir

Keldan vísir, at prísirnir á mati og alkoholfríum drykkjum í ES hækkaðu 11,8 prosent í 2022 og 12,6 prosent í 2023.

https://ec.europa.eu/eurostat/documents/15216629/20260915/KS-EI-24-001-EN-N.pdf

8. Eurostat – elprísir hjá húsarhaldum og vinnu í 2024

Keldan vísir, at elprísirnir framvegis lógu væl oman fyri støðið undan orkukreppuni. Týsk húsarhald rindaðu 39,43 evrur fyri 100 kWh í seinna hálvári 2024, sum var hægsti prísurin í ES.

https://ec.europa.eu/eurostat/en/web/products-eurostat-news/w/ddn-20250506-2

9. Týska búskaparmálaráðið – orkuprísir og kappingarføri

Keldan lýsir sambandið millum gassprísir og elprísir og staðfestir, at høgir orkukostnaðir eru ein bygnaðarligur vansi hjá týskum, orkukrevjandi ídnaði.

https://www.bundeswirtschaftsministerium.de/Redaktion/DE/Schlaglichter-der-Wirtschaftspolitik/2026/06/02-wettbewerbsfaehige-strompreise.html

10. OECD – regulering, kapping og framleiðni

OECD staðfestir, at kappingarfremjandi regulering er avgerandi fyri framleidnivøkstur og langtíðar búskaparlig avrik.

https://www.oecd.org/en/topics/sub-issues/product-market-regulation.html