Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ kann vinna greipuna leygardagin

KÍ

Leygardagin kl. 14.30 kann eitt framúrskarandi kappingarár hjá KÍ-kvinnunum fáa sítt hæddarpunkt. Við sigri á Skála á heimavølli kann KÍ tryggja sær føroyameistaraheitið og harvið vinna greipuna.

KÍ hevur verið sera sannførandi í ár. Liðið liggur á odda í landskappingini, og fyri stuttum tryggjaðu kvinnurnar hjá KÍ sær Løgmanssteypið eftir eina finalu, sum seint verður gloymd.

Finalan gjørdist ein sannur gysari. Dysturin livdi heilt til seinastu minuttirnar, og tað var ikki fyrr enn í teimum síðstu fimm minuttunum, at avgerðin fall, tá ið fyrst Birita Ryan javnaði og síðani smekkaði Durita Hummeland KÍ til sigurs. KÍ stóð ímóti trýstinum, avgjørdi dystin og kundi at enda lyfta steypið.

Nú stendur næsta stóra avbjóðingin fyri framman.

Við trimum dystum eftir er KÍ átta stig framman fyri HB, sum liggur á øðrum plássi. Tað merkir, at KÍ longu leygardagin kann gera arbeiðið liðugt. Eydnast tað, er føroyameistaraheitið tryggjað við tveimum dystum eftir av kappingarárinum – og greipan er veruleiki.

KÍ-kvinnurnar hava higartil givið okkum eitt kappingarár við stórum sigrum og dramatikki. Leygardagin hava vit møguleikan at geva nakað aftur.

Vit vilja tí heita á øll KÍ-viðhaldsfólk um at møta fjølment upp til dystin og stuðla kvinnunum leygardagin kl. 14.30. Tað hevði verið ótrúliga gott at tryggja sær meistaraheitið á heimavølli – framman fyri nógvum viðhaldsfólki.

Kvinnurnar hava uppiborið stuðulin.

KOYR Á KÍ!