Tóra við Keldu úr Klaksvík fekk 739 atkvøður og gjørdist greiður toppskorari, tá limirnir í Ognarfelag Tryggingartakaranna valdu umboð í ráðið.
Klæmint Klakk kann eisini sporast í Símun’sa bók. Hann fekk 371 atkvøður.
Tilsamans 6.132 limir greiddu atkvøðu. Tað svarar til 28,1 prosent av teimum, sum høvdu valrætt. Súni í Hjøllum úr Toftum fekk næstflestar atkvøður, 677.
17 fólk vórðu vald. Tey nývaldu sita í fýra ár. Um tvey ár verður val aftur fyri tey umboðini, sum tá hava sitið í fýra ár. Á tann hátt verður umboðsráðið endurnýggjað við jøvnum millumbilum.

