Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lata sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv aftur

Jóhann Lützen

Uttanríkistænastan verður umskipað við størri denti á handilsframa og føroyskan útflutning. Sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv verða latnar aftur.

Sendistovan í London heldur fram, men framyvir verður sendifólkið til ES eisini sendifólk til Bretlands. Samstundis verður Heimatænastan styrkt.

Orkan skal í størri mun savnast um Norðuratlantshav, Arktis og teir marknaðir, sum hava størstan týdning fyri føroyskan útflutning.

Export Faroe Islands verður styrkt við tveimum milliónum krónum á fíggjarlógini. Ætlanin er at økja játtanina komandi árini og í samstarvi við vinnuna velja marknaðir, har føroyskar fyritøkur hava serligar møguleikar.