Klaksvíkar sjúkrahús og byrgingin um Haraldssund fáa pening í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027. Samstundis verður sjúkrahúsið álagt rakstrarsparingar, og kommunalu havnirnar kunnu missa inntøkur.
Til løgur á Klaksvíkar sjúkrahúsi verða játtaðar 24,4 milliónir krónur. Við framfluttum peningi verða 34,4 milliónir tøkar, serliga til starvsfólkabygningin, sum eftir ætlan verður liðugur seint í 2027.
Rakstrarjáttanin hækkar úr 114,9 í 121,5 milliónir krónur. Í hækkingini eru lønarframskriving og nýggjar raðfestingar, men eisini eitt sparikrav á 900.000 krónur.
Til byrgingina um Haraldssund verða settar av 2,5 milliónir krónur til fyrireiking. Ætlanin er at gera tvær koyribreytir og betra umstøðurnar hjá ábærari ferðslu. Harumframt fær Múlavegurin eina millión til ábøtur.
Á sjónum verður nýggja Fugloyar- og Svínoyarskipið nú raðfest fram um Kalsoyarskipið. Ætlanin er at bjóða skipið út um ársskiftið.
Landsstýrið ætlar eisini at frítaka skip hjá millum annað Strandferðsluni fyri havna-, brúgva- og vørugjøldum. Tað skal spara Strandferðsluni sjey milliónir krónur árliga, men kann samstundis minka inntøkurnar hjá kommunalum havnum í Norðoyggjum. Staðbundna krónutalið er ikki upplýst.
Fíggjarlógaruppskotið skal nú viðgerast í Løgtinginum.
