Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mennirnir manglaðu 4 sett

Kristian Joensen

Í dag var liðkappingin og spenningurin var serliga hjá monnum, um okkara menn kláraðu fyri fyrstu ferð at koma úr bólkaspælinum.

Menn

Í fyrsta dystinum vunnu okkara ,enn 9-8 á Estlandi, í einum dysti ið kundi fara baðar vegir, men okkara drógu longra stráði. Síðani var tað Rumenia, og vunnu okkara sikkurt 9-5. Nú vóru tveir dystir eftir, og vann Føroyar annan teirra, so komu teir víðri, tann fyrri var ímóti Englandi, sum er ímillum favorittarnar í kappingini, og vann Englandi 9-0.sjálvtum føroysku leikarnir høvdu nógvar møguleikar til double. Seinasti dysturin var ímóti Turkalandi. her stóð nógv á, og dysturin skuldi vinnast, fyri at koma víðari fyri fyrstu ferð í einum endaspæli, men turkar vóru drúgvir, og vunnu dystin 9-5. Tað endaði við at England vann bólkin og Rumenia gjørdist Nr 2.

Føroyar er í løtuni aðrenn einmansleikin og tvímansleikin Nr 17 av teimum 37 londunum, besta plasering nakrantíð er Nr 16, so spennandi verður teir nøstu dagarnar

Kvinnurnar taptu alt

Í Føroyum eru 14 kvinnur ið spæla dart til kappingar, og av teimum verða 4 tiknar út til landsliði á hvørjum árið. Málið er altíð at gera tað betur enn seinast, og seinast lá Føroyar aftast til HM (Vóru ikki við til seinasta EM)

Fyrsti dysturin var ímóti Rumenia, har menn var at tað var ein kjansur. Føroyar løgdu væl út, og komu á odda 4-1, men so gekk heilt galið, og Rumenia vann 9-4. Síðani var tað dystur ímóti Slovenia, sum var seedað aftast í bólkinum. Men tað vísti seg at slovenia vóru ov sterkar og vunnu 9-2. Spenningurin er altíð stórur, tá Danmark stenur fyri tørni, men har var einki at gera, okkara kvinnur fingu bank 9-0. Seinasti dystur var ímótu Spania, sum var seedað Nr 1 í bólkinum, og har vann Spania 9-2. Aftana fyrsta dagin liggja okkara kvinnur aftast, saman við fleiri øðrum londum.

Í morgin spæla mennirnir tvímansleik og kvinnurnar einmansleik. Fylgast kann við á dartconnect.tv og á youtube síðuni hjá WDF