G. JØRGENSEN vann fyrr í ár útboðið um byggileiðsluna fyri nýggja kampusbygningin hjá Fróðskaparsetri Føroya. Tilboðið var 6.175.000 krónur og lá innan fyri kostnaðarmetingina.
Felagið skal samskipa dagliga arbeiðið á byggiplássinum og saman við byggiharranum, arbeiðstakarunum og ráðgevunum tryggja, at byggingin fylgir avtalum, tíðarætlan, góðskukrøvum og fíggjarkarmi.
Uppgávan fevnir millum annað um at fylgja framdráttinum, taka hond um frávik og samskipa arbeiðið millum fakbólkarnar. Byggileiðslan skal eisini kunna byggiharran regluliga og saman við honum halda skil á kostnaði og broytingum.
Tað var ikki bara lægsti prísur, sum avgjørdi útboðið. Kostnaður taldi 50 prosent í metingini, royndir og førleikar taldu 20 prosent hvør, og framløgan taldi 10 prosent.
G. JØRGENSEN er nýliga byrjað at arbeiða í Føroyum. Felagið hevur longu byggileiðslu á auluni til Tekniska skúla í Klaksvík og nýggja terminalbygninginum hjá Smyril Line.
Uttanlands hevur felagið millum annað havt partar av byggileiðsluni á nýggja universitetssjúkrahúsinum í Aalborg og uppgávur á Aalborg Universiteti og við kantinubygninginum á Station Nord í Grønlandi.
Les grein sum Norðlýsið gjørdi um G.JØRGENSEN í fjør, tá teir lótu upp skrivstovu í Klaksvík
