Fríðin Ziskason er settur sum nýggjur framleiðslu- og innkeypsleiðari á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Eftir ætlan byrjar hann í starvinum 1. januar 2027.
Jákup Eli Thomsen, stjóri á Varðanum Pelagic, váttar setanina fyri Norðlýsinum.
Stjórin upplýsir, at felagið seinastu tíðina hevur verið í eini setanartilgongd, sum nú er endað við, at Fríðin Ziskason er settur í starvið.
