KÍ kvinnurnar vóru í gjár á vitjan á Skúlatrøð, har tær hittu umleið 400 næmingar. Endamálið var bæði at geva børnunum íblástur og at skapa eitt tættari samband millum børnini í Klaksvík og kvinnuliðið hjá KÍ. Í dag verður næsta stigið í átakinum, tá KÍ tekur ímóti Skála á heimavølli.
Á tiltakinum á Skúlatrøð varð millum annað sungið “liðið eitur KÍ” og aftaná vóru tað fleiri næmingar, ið brúktu møguleikan at fáa ein autograf frá leikarunum.
Í sambandi við átakið hava 750 næmingar í fólkaskúlanum í Klaksvík fingið ein serligan lutaseðil.
Men lutaseðilin verður ikki virkin fyrr enn næmingurin kemur til dystin hjá KÍ kvinnunum í dag og letur hann inn á stadion.
Millum allar innlatnar lutaseðlar verða drignir 20 vinnarar, sum hvør fær eitt gávukort á 200 krónur frá Reyðleyk.

Børnini skulu kenna KÍ kvinnurnar
Eitt av endamálunum við átakinum er at gera KÍ kvinnurnar sjónligari fyri børnunum í býnum.
Tað er lættari at fáa eitt tilknýti til eitt lið, tá tú kennir spælararnar, hevur hoyrt søgurnar hjá teimum og hevur hitt tær. Vónin er tí, at vitjanin á Skúlatrøð kann vera við til at kveikja áhugan hjá bæði gentum og dreingjum fyri KÍ kvinnunum.
Samstundis er ynskið at fáa børnini at taka familjuna við sær til dyst.
KÍ kvinnurnar hava havt eitt framúr kappingarár. Tær hava longu vunnið stórsteypadystin, steypakappingina, og nú kunnu tær eisini tryggja sær føroyameistaraheitið.
Við sigri á Skála í dag er meistaraheitið tryggjað, hóast tveir dystir tá enn eru eftir at spæla.
Tí kann talan gerast um ein heilt serligan dag við Djúpumýru – og kanska standa nógv av teimum 750 børnunum, sum í gjár fingu ein lutaseðil í hondina, millum áskoðararnar.
Børn sleppa sjálvandi ókeypis inn til dyst, meðan atgongumerki til vaksin kosta 50 kr. Bjóðað verður ókeypis kaffi til tey vaksnu.
KÍ – Skála verður við Djúpumýru í dag. kl. 14.30
